Fixa er fyrrverandi Plátuverkstaðið v/Glenn Perdomo. Plátuverkstaðið yvirtók plátuverkstaðið frá Autoservice í 2004. Í 2013 kom Eyðun Berg uppí eigarskapin. 1. januar 2018 ynskti Glenn at gevast, tá yvirtók Eyðun virkið.

Fixa umvælir bilar – stórbilar/bussar/lastbilar og húsvognar.

Fixa umvælir tryggingarskaðar og er góðkent verkstað av báðum tryggingarfeløgum Trygd og Betri.

Fixa setur altíð kundan i fokus, har mannagongdirnar eru einklar og skiljandi. Kundin letur bilin inn á verkstaðið og hevur skaðanummar við.

Vit sýna skaðan og fráboða sýnmanni, sum endaliga góðkennur umvælingina.

Eykalutir vera bílagir og kundin fær eina tíð, málið er at bilurin kemur á verkstað so skjótt eykalutirnir eru komnir.

Eykalutir eru frá verksmiðjuni sum bilurin kemur frá. (orginalir)

Í nógv ár var Fixa umboðandi plátuverkstaður fyri pf. Wenzel – Ford og Volvo. Í 2013 bleiv Fixa umboðandi verkstaður fyri Norðbil og Nordcar – merkini Honda – Skoda – Hyundai – Fiat – BMW – Mini – Jaguar – Jeep - Alfa Romeo.

Umframt hesi merkir umvælir Fixa øll onnur bilmerkir.

Fixa hevur eitt vælvirkandi toymið við drúgvum royndum, sum leggur seg eftir at útføra dygdargott arbeiði. Starvsfólkini seta æru í at levera gott arbeiði.

Nýtt verkstað

Hølini har Fixa heldur til, eru ikki nóg tíðarhóskandi. Fixa er í gongd við at projektera nýtt verkstað á Skarðshjalla. Endmálið er at flyta inn í nýggja verkstaði við endan av 2019.

Við kundanum í miðdeplinum, er endamálið á nýggja verkstaðnum at geva kundanum eina góða uppliving frá tí hann koyrir inn á økið. Lætt skal vera at koma av við bilin og kundmóttøkan verður innbjóðandi.